
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Føroyski búskapurin er framvegis ikki haldførur.
Tað sigur Búskaparráðið, sum fyrrapartin legði fram evnisfrágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri.
Yvirskriftin á frágreiðingini hesa ferð er "Kósin er ikki haldfør - og má rættast."
Fyri at rætta kósina, skulu sparingar ella inntøkur til, sum svara til okkurt um 1,2 millardir í miðal um árið, sigur Búskaparráðið.
Hækka pensjónsaldurin
Tað skal fyrst og fremst gerast við at hækka pensjónsaldurin og gera aðrar tekniskar broytingar, sum spara landskassanum útreiðslur til pensjón.
Eisini skal eitt fíggjarpolitiskt regluverk setast í verk, so loft verður lagt á vøksturin í útreiðslunum. Nýskipanir skulu gerast, sum gera samfelagið bíligari at reka. Fleiri inntøkur skulu útvegast. Og so skulu serlig átøk setast í verk, so tey ungu í størri mun enn í dag velja at búseta seg í Føroyum.
Liva av almennari veiting
Haldførisavbjóðingin stavar frá, at talið á eldri veksur munandi meira enn talið fólki í arbeiðsførum aldri.
Hækkar pensjónsaldurin ikki, so hvørt livialdurin hækkar, fara pensjónistar í framtíðini at liva av almennari veiting í nógv fleiri ár enn nú.
Búskaparráðið mælir tí politisku myndugleikunum til at hækka pensjónsaldurin, samsvarandi hækkandi livialdrinum hjá fólki.
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum:
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum lýddi á framløguna, sigur, at landsstýrið fer at fylgja leistinum higartil, har pensjónsaldurin hækkar hálvt ár, fimta hvørt ár: