Føroyingar skulu hava atgongd til allar gjaldstænastur

Føroyingar skulu hava atgongd til allar gjaldstænastur
Talan er bæði um danskar loysnir og loysnir úr øðrum ES londum og EFTA, sum kunnu brúkast í Danmark, so sum MobilePay og Vipps, sigur Vinnumálaráðið
Lóhgarbroyting er á veg, sum skal geva føroyingum loyvi at brúka Mobile Pay.
 
17.09.2026 - 08:11

Føroyingar eiga at fáa atgongd til allar gjaldstænastur, sum eru tøkar í Danmark.

Allar gjaldstænastur, sum eru viðkomandi, sigur Vinnumálaráðið, sum hevur sent uppskot til hoyringar.

Føroyingar eiga at fáa atgongd til allar gjaldstænastur, sum eru tøkar í Danmark.

Allar gjaldstænastur, sum eru viðkomandi, sigur Vinnumálaráðið, sum hevur sent uppskot til hoyringar.

 

Mobile Pay

Talan er bæði um danskar loysnir og loysnir úr øðrum ES londum og EFTA, sum kunnu brúkast í Danmark, so sum MobilePay og Vipps.

Av tí at Føroyar eru ein lítil marknaður, hava tey, sum veita gjaldstænastur, higartil ikki verið sinnað at bjóða sínar loysnir í Føroyum. 

Við teimum broytingum, sum nú er á veg, kunnu útlendskir veitarar, sum hava virksemi í Danmark og eru góðkendir í ES og EFTA, virka í Føroyum, uttan at hava serstakar skipanir og loyvi til hetta.

Broytingarnar skulu koma í gildi 1. januar.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541