Nærri boð í næstu viku

Nærri boð í næstu viku
Ikki fyrr enn í næstu viku kann Berg Motors siga teimum, sum eiga Citroen C3, sum eru gjørdir millum 2009 og 2019, hvat tey skulu gera
C3.
 
22.06.2025 - 13:00


Ikki fyrr enn í næstu viku kann Berg Motors siga teimum, sum eiga Citroën C3, sum eru gjørdir millum 2009 og 2019, hvat tey skulu gera.

Berg Motors hevur tætt samskifti við Wismo Group, danska innflytarin av Citroën, og arbeitt verður miðvíst við at finna eina loysn, sum er lagað til føroysku viðurskiftini. 

- Vit vita tíverri ikki meira nú, men vænta nærri kunning í komandi viku, skrivar Berg Motors á Facebook.

Har stendur eisini, at Stellantis, sum er móðurfelagið hjá Citroën, hevur boðað frá Stop-Drive átaki galdandi fyri ávísar Citroën C3 gjørdir frá 2009 til 2019. 

Talan er um airbags frá Takata.  

Nógvur hiti

Ávís evni í hesum Takata airbags, sum stýra útloysingini, kunnu í sjáldsomum førum broytast sum frá líður. 

Serliga um bilurin hevur verið leingi í nógvum hita.

Í serligum umstøðum, til dømis í einum harðligum samanstoyti, kann hendan kemiska broytingin elva til, at airbags vera sett í gongd harðari enn ætlað. 

Eingin fráboðan er komin um slíkar tilburðir í Norðurlondum, sigur Berg Motors.

Berg Motors sigur ikki, um fólk skulu gevast við at brúka Citroën C3, sum eru gjørdir frá 2009 til 2019, til nærri boð koma. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523