Minni enn tíggjunda hvørt húsarhald stórt skuldarlutfall

Minni enn tíggjunda hvørt húsarhald stórt skuldarlutfall
Í fjør høvdu 8,5 prosent av húsarhaldunum í Føroyum skuldarlutfall, yvir trý, sambært fyribils tølum
Nógv tey flestu húsarhald í Føroyum hava lán við broytiligari rentu.
 
26.06.2025 - 06:16


Í fjør høvdu 8,5 prosent av húsarhaldunum í Føroyum skuldarlutfall, yvir trý, sambært fyribils tølum.

Skuldarlutfall er skuld hjá einum húski samanborin við árliga bruttoinntøku. 

Tað stendur í frágreiðing um fundin hjá Váðaráðnum hósdagin.

260 húsarhald komu aftrat í fjør.  

Tað ber til at hava stórt skuldarlutfall, hóast skuldin er lítil, um inntøkan hjá húsarhaldinum eisini lítil, sigur Váðaráðið.

Verður bara hugt eftir húsarhaldum, sum skylda meira enn tvær milliónir og samstundis skylda meira enn tríggjar ferðir sína inntøku, vóru tey bara fimm prosent av húsarhaldunum. 

Næstan 160 fleiri húsarhald enn í 2023 skyldaðu meira enn tríggjar ferðir inntøkuna og samstundis skyldaðu meira enn tvær milliónir krónur. 

Flestu teirra skyldaðu millum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna.

Færri millum fýra og fimm ferðir

Men færri skyldaðu millum fýra og fimm ferðir inntøkuna ella yvir fimm ferðir inntøkuna.

Nógv tey flestu húsarhald í Føroyum hava lán við broytiligari rentu.

Rentubroytingar raka tey tí alt fyri eitt.

Flestu húsarhaldini gjalda tó skuldina niður.

Tað ger tey meira fíggjarliga mótstøðufør, tá rentan hækkar, skrivar Váðaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358