Ikki fleiri kanningar gjørdar

Ikki fleiri kanningar gjørdar
Sjóvinnustýrið ger ikki fleiri kanningar um hendingina leygarkvøldið, tá ein ferðamaður fór fyri borð á Norrønu og ikki kom afturíaftur
Trygdin var í lagi hjá Norrønu, sigur Sjóvinnustýrið.
 
04.07.2025 - 09:36

Sjóvinnustýrið ger ikki fleiri kanningar um hendingina leygarkvøldið, tá ein ferðamaður fór fyri borð á Norrønu og ikki kom afturíaftur.

Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri, sigur, at Sjóvinnustýrið hevði fólk umborð, tá Norrøna kom á Havnina sunnukvøldið.

Niðurstøðan var, at alt tað tekniska umborð var í lagi.

Politiið var eisini umborð og avhoyrdi fólk.

Niðurstøðan hjá teimum er, at talan var um vanlukku.

Málið er lagt í dvala.

Tað verður bara tikið framaftur, um okkurt nýtt kemur undan kavi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542