Nýggi háskúlastjórin gleðir seg at fara til verka

Nýggi háskúlastjórin gleðir seg at fara til verka
Torkil Tórgarð vitjaði útvarpsstovuna at tosa um nýggja starvið sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.
 
08.07.2025 - 15:25

1. september setir ein nýggjur stjóri seg við skriviborðið í Føroya Fólkaháskúla.

Torkil Tórgarð avloysir Hedvig Westerlund-Kapnas, sum hevur verið stjóri síðani september 2019.

Torkil er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. september.

Torkil hevur breiðar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan films- og leiklist og hevur eisini fingist við at skriva og menna films- og leikrit.

Seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við yvirbygning í sosialsálarfrøði og læring.

Hoyr longri samrøðu við Torkil Tórgarð um nýggja starvið her:

1752720

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815