Poul verður nummar 10 í Hillerød

Poul verður nummar 10 í Hillerød
Bæði Víkingur og Hillerød hava í dag kunngjørt, at Poul Kallsberg skiftir úr Sarpugerði til danskan fótbólt. Hann verður at síggja í 10-talinum
 
10.07.2025 - 15:36

Hillerød hevur gjørt eina avtalu við Víking um keypið av Poul Kallsberg. 22 ára gamli áleyparin skiftir til Hillerød, tá Víkingur hevur spælt sínar Champions League dystir í summar. Partarnir hava gjørt sáttmála fram til 2028. Hillerød spælir í næstbestu deildini í Danmark. Prísurin verður mettur at liggja um eina hálva milión krónur.

 

- Poul Kallsberg er kanska størsta álopstalentið í Føroyum. Hann var ein lyklaspælari, tá Víkingur vann meistaraheitið í fjør. Hann var íblandaður í 22 málum í 22 dystum. Hann hevur teknikk, gott eyga fyri spælinum, málstig og hart arbeiði, eru alt dygdir vit í Hillerød raðfesta, sigur Jackie Rasmussen  við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Í Víkingi er tað við sorgblídni og stoltleika, at felagið enn eina ferð selur ein spælara. Fyrst fóru Noah Mneney og Gunnar Vatnhamar, og undan hesum kappingarárinum var tað Géza Dávid Turi, ið bleiv seldur.

 

- Víkingur ynskir ikki at standa í vegin, tá ið leikarar ynskja at royna seg uttanlands, men tað er eingin loyna, at tað verður ein stórur missur, nú Poul fer, skrivar Víkingur.

 

Poul Kallsberg og Víkingur skulu í fyrstu atløgu royna at venda einum 3-2 tapi móti Lincoln Red Imps F.C í 1. undanumfarinum í Champions League.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053