Aðalorðaskifti um Føroyar í Arktis

Aðalorðaskifti um Føroyar í Arktis
Tingfundur verður klokkan 11, og lagt verður fyri við ófráboðaðum spurningum
 
20.11.2013 - 09:56

Á løgtingsfundinum sum byrjar kl. 11, fer løgmaður at leggja fram frágreiðingina, "Føroyar - eitt land í Arktis, møguleikar og avbjóðingar".

Landsstýrið gjørdi á vári í 2012 av at gera eina greining av, hvønn týdning broytingarnar í arktiska økinum væntandi fáa føyri Føroyar.

Aðalorðaskifti verður um frágreiðingina týsdagin.

Annars byrjar tingfundurin við ófráboðaðum fyrispurningum.

Eykajáttan

Síðani verður onnur viðgerð av uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri september, og aftaná verður onnur viðgerð av uppskotinum frá andstøðuni um at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við 1500 kr., upp í 8.000 kr. um árið.

Samgongan mælir til at fella uppskotið.

Skrivligir fyrispurningar

Seinast á skránni eru fýra skrivligir fyrispurningar, sum skulu svarast.

Ein spurningur snýr seg um at útvega fleiri lærupláss, ein er um at geva ungum m.a. ókeypis trygdarskeið, ein er um arbeiðslagið hjá Málráðnum, og tann seinasti spurningurin er um embætisførslu løgmans og fundi millum løgmann og CIP.

Á tingfundinum í dag verður uppskotið um at loyva samkyndum innivist í hjúnarbandslógini eisini lagt fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462