Jónas og Oddvør runnu seg í 200 metur finalurnar

bannari
Jónas og Oddvør runnu seg í 200 metur finalurnar
Jónas G. Isaksen og Oddvør Josephsen runnu seg í finalurnar í 200 metur renning, meðan Dánjal Dahl Ljósheim og Margit Weihe Fríðmundsdóttir vóru ov stutt
Jónas G. Isaksen hevði fult tamarhald á, tá hann rann seg víðari úr innleiðandi riðlinum í 200 metrum. Hann vann eisini sína hálvfinalu seinni
Mynd: Dánial Olsen  
 
15.07.2025 - 22:11

Jónas Gunnleivsson Isaksen skal renna finaluna í 200 metrum í annaðkvøld.

Tað var greitt fyrr í kvøld, tá hann vann sína hálvfinalu á Picky-leikvøllinum í Kirkwall frammanfyri stórari áskoðarafjøld.

Kvívíkingurinkom á mál við tíðini 22.43 sekund frammanfyri Tyler Johnson og Julius Holmberg. Dánjal Dahl Ljósheim endaði nummar fýra, og tíðin rakk ikki tilfinalupláss.

Í hinari hálvfinaluni vístu Sebastia Pons Triay av Menorka og Jamie Oldham úr Jersey, at teir ætla at bjóða av um gullið í morgin. Teir høvdu báðir skjótari tíðir enn Jónas G. Isaksen í hálvfinalunum.

 


Margit Weihe Fríðmundsdóttir var ov stutt til finalupláss, har Oddvør Josephsen verður føroyska umboðið í morgin (Mynd: Dánial Olsen).

 

Oddvør eisini í finaluna

Oddvør Josephsen rann seg í 200 metur finaluna við kvinnum, tá hon endaði á 3. plássi í sínum hálvfinaluriðli. Hon vann sær finalupláss, tí tíðin upp á 25.95 sekund var nóg góð.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir rakk ikki finaluplássi. Hon endaði á 5. plássi í síni hálvfinalu við tíðini 26.44.

200 metur finalurnar vera í annaðkvøld klokkan 18.30 (kvinnur) og 18.50 menn.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985