Maria slapp at ringja við sigursklokkuni

Maria slapp at ringja við sigursklokkuni
Maria Biskopstø stórfegnaðist, tá hon rakk sínum málið um oyggjaleikagull við sannførandi sigri í 400 metur rimarenning í Kirkwall
15.07.2025 - 23:22

Tað var ein fegin Maria Biskopstø, sum slapp at ringja við sigursklokkuni frammanfyri langsíðuni á Picky-rennibreytini í Kirkwall týskvøldið.

Lítla løtu frammanundan hevði hon vunnið sannførandi sigur í 400 metur rimarenning og uppfylt sín dreym um oyggjaleikagull fyri Føroyar.

 - Hatta var ein fantastisk kensla og nakað, sum eg havi ætlað mær leingi. Og eg hevði vónað, at eg hevði kunna vunnið eina gullmedalju, og eg eri so glað fyri, at tað eydnaðist, segði Maria Biskopstø.

Tíðin upp á 1:01.87 minuttir var meir enn hálvt annað sekund betri enn nummar tvey, og tað sá út til, at føroyingurin hevði fult tamarhald á.

 - Eg kom væl upp um allar hekkarnar. Teknikkurin var í lagi, og ferðin var eisini við mær í dag, segði rennarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485