Burturvístir av áskoðaraplássunum í svimjihøllini

Burturvístir av áskoðaraplássunum í svimjihøllini
Boð vórðu send eftir løgregluni úr svimjihøllini undir finalunum týskvøldið. Eitt føroyskt fylgi varð burturvíst. Ein avgerð teir sjálvir halda vera púra burturvið.
16.07.2025 - 19:27

- Vit hava siglt niður her fyri at stuðla okkara svimjarum, og tað er púra burturvið, at vit verða burturvístir, tí vit hava staðið uppi eina lítla løtu. Tað sigur Eyðun Húsgarð, sum var ein av monnunum, sum bleiv fylgdur úr høllini av løgregluni. 

Hendingin fór fram undir svimjifinalunum á oyggjaleikunum týskvøldið, og millum teir burturvístu vóru tveir pápar at svimjarum umframt venjarin hjá nøkrum av svimjarunum í Føroyum. Teir hava kært avgerðina, og bíða nú eftir at kæran verður viðgjørd. 

Teir greiða frá, at teir høvdu fingið boð um, at teir skuldu sita, meðan kappingin var. Men sambært Eyðuni Húsgarð, so reistu teir seg nakrar ferðir av spenningi móti endanum av nøkrum finalum í nøkur sekund, men tað gjørdu aðrir áskoðarar eisini. Men tað vóru bara føroyingarnir, sum blivur burturvístur úr høllini. 

- Tað er sum at siga við fólk, at tey ikki kunnu reisa seg á Tórsvølli, um Føroyar skora undir einum landsdysti, sigur Eyðun Húsgarð. 

Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið, sigur Kirsty Talbot, oyggjaleikasamskipari:

- Undir finalunum varð ein bólkur biðin um at fara, eftir at teirra atburður gjørdist ágangandi undir svimjikappingini. Altjóða oyggjaleikirnir leggja stóran dent á kappingarhug og vinarligan anda, og atburður, sum gongur ímóti hesum virðum, verður ikki góðtikin."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532