Mia Højgaard vann all around-kappingina í fimleiki

bannari
Mia Højgaard vann all around-kappingina í fimleiki
Mia Højgaard vann gull í all around-kappingini fimleiki, sum hevur verið í Stromness Academy í dag
Mia Højgaard vann all around-kappingina í amboðsfimleiki á oyggjaleikunum í Orknoyggjum
Mynd: Elias Apol/Føroya Fimleikasamband  
 
17.07.2025 - 18:29

Mia Højgaard tryggjaði Føroyum enn eina oyggjaleikagull í fimleiki, tá hon vann all around-kappingina í amboðsfimleiki í Stromness Academy í dag.

Fimleikarin úr Havnar Fimleikafelag hevði kanska ikki sín besta dag, men hóast hon datt av bæði bitanum og barrini, gjørdi hon nóg mikið í øðrum greinum til at vinna samanlagt.

Hon hevði 43.700 stig, og tað hevði Amara Brogan úr Isle og Man eisini, so tær báðar býttu gullið ímillum sín.

Tað var serliga góða avrikið í lopi, sum tryggjaði Miu Højgaard gullheiðursmerki. Marin Danielsen var næstfremsta føroyska kvinnan. Hon endaði á 4. plássi.

Kappingin var samstundis kvalifikatión til einstaklingakappingarnar, sum vera í morgin. Tá kappast Mia Højgaard og Marin Danielsen í Lopi, forskotnari barr og gólvi, meðan Anna Sofía Højsted og Oddvør Alberta Kimsdóttir skulu royna seg á bita.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391