Recurve: Nervakríggj í shoot-off enda

Recurve: Nervakríggj í shoot-off enda
Finalan í recurve-liðkappingini gjørdist óhugnaliga spennandi. Eftir 4-4 javnleik varð neyðugt við sonevndum shoot-off, har hvør skjútti hevði ein píl og 20 sekund
17.07.2025 - 23:23

Gleðin var øgilig á føroyska recurve-liðnum, tá Bárður Magnusson sendi síðsta pílin í áttaran og tryggjaði Føroyum níggjunda og seinasta gullmerki í bogaskjóting á hesum sinni.

Spenningurin í finaluni ímóti Guernsey var øgiligur. Eftir 4-4 javnleik, skuldi sonevnt shoot-off til fyri at avgera, um gullið skuldi norðureftir ella suðureftir.

Hans Petur Højgaard fekk átta stig við fyrsta skoti, Tóra Dinna Reynskor var ísakøld og sendi pílin í níggjaran og so avgjørdi Bárður Magnusson til stóra gleði fyri allan tann føroyska hópin, sum spentur fylgdi við.

 - Tað følist heilt ólukksáliga gott. Ordiliga gott. Ein harður kampur at koma hertil, segði Bárður Magnusson eftir sigurin, sum krýndi einar framúr góðar leikir fyri føroysku bogaskjúttarnar.

 - Tá tað kemur út í shoot-off er tað rættiliga spennandi. Tað er tætt millum allar partur.

 

Compound fekk tryggan sigur

Sum væntað rakk sterka compound-liðið við Jóannesi Poulsen, Nikkel Petersen og Anju Eydnudóttir í finaluna.

Tey skuffaðu heldur ikki í finaluni ímóti Jersey, sum eisini hevði stóran týdning fyri støðuna ovast á medaljutalvuni, har bert tvey gull vóru á muni, tá dystirnir byrjaðu.

Longu eftir fyrsta umfarið, var leiðslansomikið stór, at kjansurin hjá Jersey mestsum var rokin havandi í huga sterku skjúttarnar á føroyska liðnum. Tað var heldur ongantíð nakar ivi. Føroyar vunnu 215-195 uttan at sveitta, og náddu enntá yvir at stuðla recurve liðnum síðstu løtuna.

- Vit fóru bara longur og longur frá, og so bleiv tað bara nemmari og nemmari, segði Nikkel Petersen, sum legði afturat, at hetta var ein dystur, sum tey áttu av vinna.

 

Framúr leikir

Føroyingarnir fingu nærum ikki armarnar niður aftur eftir tvífalda gullið, og ein av venjarunum, Erika Damsbo, var eisini sera væl nøgd við avrikið hjá liðnum í Orknoyggjum.

 - Fantastiskt. Tað hevur verið framúr. Liðið hevur arbeitt so hart fram ímóti leikunum, og hvørja ferð vit hittust, hvødu tey lyft stig sítt, segði Erika Damsbo, sum er venjari saman við manninum Martin Damsbo.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025