Ukraina fær týska og norska hjálp til loftverjuskipan

Ukraina fær týska og norska hjálp til loftverjuskipan
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur verið á vitjan í Berlin
Norski og týski stjórnarleiðarin á tíðindafundi í Berlin í gjár.
Mynd: Lisi Niesner/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.07.2025 - 11:18

Týskland og Noreg fara saman at geva "eitt týðandi íkast", so at Ukraina kann taka ímóti amerikansku Patriot-loftverjuskipanini.

Tað sigur týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, í Berlin, har norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur verið á vitjan

- Ukraina hevur brúk fyri okkara stuðli, og Gudi havi lov, at USA er til reiðar at lata vápn til Ukraina, eisini fíggjað av evropeiskum samstarvsfeløgum. Týskland og Noreg fara at geva eitt týðandi íkast, sigur Merz, sambært norska miðlinum NRK.

Patriot-skipanin er ein av heimsins mest framkomnu rakettverjuskipanum, og fer at geva Ukraina betri møguleikar at verja sítt loftrúm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655