Fakfelagssamstarvið: Ikki neyðugt at gera nýggja pensjónslóg

Fakfelagssamstarvið: Ikki neyðugt at gera nýggja pensjónslóg
Galdandi lóg er nóg mikið, og hana eigur tingið at halda seg til, siga feløgini í fakfelagssamstarvinum
Sum skilst er ætlanin at leggja pensjónsmálið aftur fyri tingið í heyst, men tað dámar Fakfelagssamstarvinum lítið.
 
24.07.2025 - 13:59

Tað er óneyðugt at samtykkja nýggja pensjónslóg, tí vit hava longu eina lóg, sum heimilar at hækka pensjónsaldurin eitt hálvt ár fimta hvørt ár. Tað er nóg mikið, og tað eigur løgtingið at halda seg til.

Tað sigur Fakfelagssamsamstarvið í almennum skrivi í dag, nú tað frættist, at landsstýrið ætlar at leggja uppskot um at hækka pensjónaldurin framaftur í heyst.

Fakfelagssamstarvið sigur, at sambært galdandi lóg skal støðan á arbeiðsmarknaðinum eftirmetast fyri at staðfesta, um tað er ráðiligt at hækka pensjónsldurin.

 

Tingið sleppur sær undan

Men við nýggju lógini vil løgtingið sleppa sær undan at viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Tað er at renna undan ábyrgd og krógva seg fyri veljaranum, sigur Fakfelagssamstarvið.

Verður pensjónsaldurin hækkaður, noyðast fleiri at gevast í arbeiðslívinum, tí arbeiðsførleikin er viknaður av arbeiðsávum ella strongd, siga feløgini í fakfelagssamstarvinum.

Tey eru Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Heilsuhjálparafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Les skrivið frá Fakfelagssamstarvinum her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290