Zelenskyj hevur hálsað um

Zelenskyj hevur hálsað um
Ukrainski forsetin hevur góðkent eitt nýtt lógaruppskot, sum ger, at myndugleikar, ið berjast móti mutri, aftur verða óheftir
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Mynd: Shutterstock.com  
 
24.07.2025 - 14:45

Mótmælisgongur í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv og øðrum býum í landinum seinastu dagarnar tykjast at hava fingið Volodymyr Zelenskyj, forseta, at hálsa um, tí í dag hevur forsetin boðað frá, at hann hevur góðkent eitt nýtt lógaruppskot , sum hevur til endamáls at tryggja, at myndugleikarnir, ið berjast móti muti, framvegis skulu vera óheftir.

Tað skrivar Reuters.

Ukrainska tingið hevur annars samtykt eina umstrídda lóg á økinum, sum Zelenskyj eisini skrivaði undir. 

 

 

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

 

Tað hevði við sær, at fólk fóru út á gøturnar at mótmæla, tí eftir teirra tykki hevði lógin við sær, myndugleikarnir verða minni óheftir.

Zelenskyj, forseti, lovaði, at hann fór at kunngera eitt nýtt lógaruppskot, og tað verður lagt fyri ukrainska tingið í dag.

Hvat stendur í uppskotinum, er ógreitt, men Zelenskyj sigur, at myndugleikar, sum berjast móti mutri í landinum, aftur verða óheftir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961