Bogi Petursson Nielsen verður nýggjur stjóri á Pelagos

Bogi Petursson Nielsen verður nýggjur stjóri á Pelagos
Nevndin í uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði hevur gjørt av at seta Boga Petursson Nielsen, sum hevur verið stjóri á Faroe Ship síðan 2015, í starv sum stjóri
Eftir tíggju ár í starvinum skiftir Bogi Petursson Nielsen nú stjórasessin í Faroe Ship út við stjórasessin í Pelagos í Fuglafirði
 
25.07.2025 - 18:57

Tað hevur í eina tíð verið leitað eftir nýggjum stjóra, sum skal taka við eftir Jóhan Páll Joensen, sum hevur verið stjóri, síðan Pelagos fór undir virksemi í 2014.

Umsóknarfreistin var 1. juli í ár og í dag boðar felagið frá í tíðindaskrivi, at nýggjur maður í stjórasessinum verður Bogi Petursson Nielsen, sum síðan 2015 hevur verið stjóri í pf. Faroe Ship.

Nýggi stjórin er útbúgvin cand. merc. aud og hevur síðan 2007 arbeitt hjá Faroe Ship. Fyrst sum fíggjarstjóri og síðan 2015 sum stjóri. Áðrenn tað var arbeiddi hann hjá grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe, tað er tað sum í dag eitur Januar, og eisini arbeiddi hann eitt tíðarskeið hjá Effo.

Faroe Ship er partur av Eimskip-samtakinum, og sambært tíðindaskrivinum hevur felagið seinastu árini tikið stór tøk fyri at effektivisera og professionalisera Faroe Ship, soleiðis at fyritøkan framhaldandi er ein væl skipað, framkomin og effektiv organisatión og ein týdningarmikil eind í Eimskip-samtakinum.

- Hóast Bogi ikki hevur nakrar beinleiðis royndir í fiskivinnuni, so meta vit, at Bogi við sínum leiðsluroyndum er tann rætti persónurin at leiða Pelagos frameftir. Pelagos hevur eitt dugnaligt og sterkt leiðslutoymi við nógvum royndum og saman við hesum gleða vit okkum at síggja Boga stjórna Pelagos víðari, sigur Jan Petersen, nevndarformaður í Pelagos.

Í starvslýsingini varð sagt, at nýggi stjórin helst skuldi byrja 1. august, men sambært tíðindaskrivinum byrjar nýggi stjórin í Pelagos so skjótt sum hann er leysur úr starvinum hjá Faroe Ship.

Pelagos er uppsjóvarvirki í Fuglafirði, sum framleiðir makrel, sild og lodnu. Felagið seldi í 2024 87.000 tons av fiski fyri eina slaka milliard krónur. Virkið hevur eina framleiðsluorku uppá 900 tons um dagin, og tað starvast umleið 75 fólk á virkinum. Umframt virkið í Fuglafirði eigur Pelagos eisini framleiðsluvirkið í Kollafirði, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.

Tað eru spf. Framherji, pf. Palli hjá Marionnu, pf. Havsbrún og pf. Á Enni, sum eiga Pelagos.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985