Rentan í USA framvegis óbroytt

Rentan í USA framvegis óbroytt
Donald Trump, forseti, hevur aftur funnist at formanninum í miðbankanum fyri ikki at lækka rentuna
Amerikanski miðbankin hevur hildið rentuna á sama stigi meira enn fimm ferðir í ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.07.2025 - 09:08

Amerikanski miðbankin heldur rentuna á 4,25-4,5 prosentum. Tað stendur í tíðindaskrivi.

Miðbankin hevur hildið rentuna á sama stigi meira enn fimm ferðir í ár, og tað dámar ikki amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Trump hevur fleiri ferðir funnist at formanninum í miðbankanum, Jerome Powell, fyri ikki at lækka rentuna. Trump er enntá farin so langt sum at kalla Powell fyri "heilatóman."

Á einum tíðindafundi stutt undan fráboðanini frá amerikanska miðbankanum, gjørdi Trump aftur greitt, at hann vildi hava rentuna lækkaða, og dugdi ikki at skilja, hví hon ikki longu er lækkað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655