Tollurin á føroyskum vørum í USA verður 10 prosent

Tollurin á føroyskum vørum í USA verður 10 prosent
Vit fáa fyrimun í kappingini við lond, sum skulu rinda meira í tolli, men sum heild er handilskríggj ikki jaligt fyri Føroyar, sigur stjórin í Vinnuhúsinum
Niels Winther Poulsen er stjóri í Vinnuhúsinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2025 - 13:32

Í nátt gjørdist greitt, hvussu nógvan toll amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur á fleiri av heimsins londum, sum selja vørur til USA. 

Tollurin er millum 10 og 41 prosent, og Føroyar verða verandi á 10 prosentum, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum hevur fingið hetta váttað frá føroysku sendistovuni í Washington.

- Vit fáa fyrimun í kappingini við lond, sum skulu rinda meira enn í tolli enn Føroyar, men men sum heild er handilskríggj ikki jaligt fyri Føroyar, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01082025_Niels_W__og_tollur

 

Tollurin á vørum úr Sýria á amerikanska marknaðinum verður 41 prosent, Kanada 35 prosent, meðan Sveis fær 39 prosent. 

Eini 40 lond, eitt nú Noreg, Ísland og ES-londini, fáa álagt 15 prosent av tolli á sínar vørur, sum verða seldar til USA.

Nýggi tollurin skuldi koma í gildi í dag, men tað er flutt til 7. august. Í Kanada kom tollurin tó í gildi í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635