Grindin var rikin útaftur

Grindin var rikin útaftur
Fáir bátar og lítið fólk gjørdu, at grindin í Miðvági var ikki hildin til
Hon grindaðist eina løtu, men var síðani rikin útaftur av Miðvági
Mynd: jn.fo  
 
07.08.2025 - 13:35

Grindin, sum í morgun svam inn á Miðvág, varð ikki hildin til.

Hóast grindin var lutfalsliga lítil, so var ov lítið fólk til at halda henni til, og tí var gjørt av at reka grindina útaftur.

Tað kemur meira enn so fyri, at grind kemur inn á ein føroyskan fjørð uttan at verða hildin til.

Og tað var akkurát tað, sum hendi, tá ein grind í morgun svam inn á Miðvág, har hon lá og grindaðist eina løtu.

Kristian Martin Joensen er sýslumaður: 

 

07082025_Syslumadur

 

Sambært sýslumanninum var hugsað um at merkja grindina, og Havstovan var til reiðar. Men aðrar umstøður gjørdu, at grindin var rikin útaftur, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688