Bilurin funnin men lyklarnir mangla

Bilurin funnin men lyklarnir mangla
Bilurin var stolin meðan hann stóð uttanfyri hjá PF Wenzel í sambandi við umvælingar. Lykilin lá í bilinum
 
09.08.2025 - 11:22

Ein gráur Opel Astra var meldaður stolin náttina til í gjár. Á middegi í gjár boðaði løgreglan frá, at bilurin var funnin, men í dag siga tey av politistøðini, at lykilin manglar enn.

Bilurin var funnin á parkeringsplássinum við farstøðina í Kirkjubø í gjár. Hann var læstur, og sá ikki út til at hava fingið skaða.

Lykilin manglar tó enn og løgreglan frættir fegin frá fólki, sum vita um bilin, hví hann stendir í Kirkjubø, nær hann er komin osfr.

 

Talan er um ein ljósagráan Opel Astra, árg. 2007 við nr. plátu:  BD153.

 

Bilurin var stolin meðan hann stóð uttanfyri hjá PF Wenzel í sambandi við at hann skuldi umvælast.

Lykilin lá í bilinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334