Fleiri ung hava bráðfeingis tørv á hjálp

Fleiri ung hava bráðfeingis tørv á hjálp
Mælt verður til at seta á stovn eitt tilhaldsstað til ung við rúsevnistrupuleikum
Magni Højgaard, leiðari í RÓWT.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.08.2025 - 16:16

At ein vaksandi partur av ungum við rúsevnistrupuleikum mangla eitt stað at búgva, verður staðfest í einum áliti, sum ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrisfólkunum í almanna- og mentamálum, heilsumálum og barna- og útbúgvingarmálum.

Seinastu árini hava fleiri ung við rústrupulleikum vent sær til Frelsunarherin og Herbergið, men møguleikarnir hjá teimum at hjálpa eru avmarkaðir.

Tí verður mælt til, at eitt tilhaldsstað til ung við rúsevnistrupuleikum verður sett á stovn. 

Talan skal verða um eitt tvørfakligt samstarv millum myndugleikar, har øll viðkomandi tilboð og hjálp kemur inn í tilhaldsstaðið og verður skipað í eina fasta legu.

Tilhaldsstaðið skal knýtast saman við RÓWT, sum er eitt tilboð til ung í aldrinum 18-30 ár, við víðfevndum sálarligum og sosialum trupulleikum, umframt rúsdrekka- og rúsevnistrupulleikum.

Álitið bleiv latið landsstýrisfólkunum í juni í ár, og málið liggur nú í politisku skipanini.

Hoyr samrøðuna við Magna Højgaard, leiðara í RÓWT:

1757466

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345