Bíðitíðin eftir arbeiðsloyvi gerst ov long

Bíðitíðin eftir arbeiðsloyvi gerst ov long
Síðani yvirtøkuna í heyst er bíðitíðin eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvum vorðin munandi longri. Tað rakar bæði vinnuna og útlendsk starvsfólk, sigur Vinnuhúsið.
12.08.2025 - 19:25

Tá føroyskir myndugleikar í heyst yvirtóku umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, gjørdist bíðitíðin munandi longri.

Formaðurin í Vinnuhúsinum, Niels Winther, sigur, at støðan er ótolandi, og at átøk skjótt mugu gerast fyri at stytta viðgerðartíðirnar.

Á Útlendingastovuni, sum viðgerð umsóknirnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, ásannar trupuleikan. 

Ein av høvuðsorsøkunum til bíðitíðina, er manglandi arbeiðsorka, sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816