Maskinmeistarafelagið: Fasti Gerðarrættur ikki heimild at viðgera málið

Maskinmeistarafelagið: Fasti Gerðarrættur ikki heimild at viðgera málið
Eingin sáttmáli ella nakað, sum líkist einari avtalu er fyri Galaxy, og tí hevur Fasti Gerðarrættur heldur onga heimild at viðgera tænastubannið hjá manningarfeløgunum
Arnfinn Bech er formaður í Maskinmeistarafelagnum
 
13.08.2025 - 18:38

- Fasti Gerðarrættur hevur onga heimild at viðgera Galaxy-málið. 

Tað sigur Arnfinn Bech, sum er formaður í Maskinmeistarafelagnum, í einari hvassorðaðari viðmerking á heimasíðuni hjá Maskinmeistarafelagnum.

Tað er Fíggjarmálaráðið, sum vil hava Fasta Gerðarrætt at skundviðgera tænastubannið hjá manningarfeløgunummóti Galaxy, og gerðarrætturin kemur saman klokkan 21 í kvøld at viðgera umbønina.

Men av tí, at eingin sáttmáli ella nakað, sum líkist einari avtalu er fyri Galaxy, hevur Fasti Gerðarrættur heldur onga heimild at viðgera tænastubannið, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hava lýst fyri limir sínar, sum skulu sigla við Galaxy, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, sum hinvegin heldur, at mótparturin misnýtir møguleikan fyri skundviðgerð við tilvitað at hava drálað.

- Fasti Gerðarrættur skal taka støðu til trætur og tulkingarspurningar í sambandi við sáttmálar, og tá ongin føroyskur sáttmáli er fyri skipið, taki eg tað sum eina sjálvfylgju, at gerðarrætturin í kvøld vendir umbønini hjá Fíggjarmálaráðnum í hurðini, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Smyril skal í dokk um 10 dagar og tað var longu tann 25. juli at manningarfeløgini lýstu tænastubann. Tó hevur Fíggjarmálaráðið ikki fyrr enn nú biðið Fasta Gerðarrætt viðgera málið, nú sum skundmál.

Fíggjarmálaráðið heldur upp á, at øll skip, sum Strandferðslan setir í sigling á sínum farleiðum, eru fevnd av verandi sáttmálum við Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og at tænastubannið tískil er brot á friðarskylduna, sum tí skal dømast at vera óheimilað.

Hesum tekur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum als ikki undir við.

- Nøvnini á skipunum, sum sáttmálin fevnir um, eru beinleiðis nevnd í sáttmálanum, og Galaxy er altso ikki nevnt har. Felagið hevur áður gjørt avtalur um avloysaraskip í nógv styttri tíðarskeið enn hesa ferð, nú talan er um sigling í einar tveir mánaðir, men sama hvat tíðaarskeiðið er, so broytir tað ikki uppá, at ongin avtala av nøkrum slag er gjørd, sigur Arnfinn Bech, sum ikki skilir, hvussu Fíggjarmálaráðið kann halda upp á, at hetta skipið er fevnt av galdandi sáttmálum, tá ongin serstøk avtala er gjørd um flokkin, sum sáttmálin annars krevur.

Alt skrivið frá formanninum í Maskinmeistarafelagnum kann lesast á heimasíðuni hjá felagnum ella við at trýsta her.

 

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum varð sent klokkan 18 í kvøld:

1758066


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817