Leita eftir útlendingi, sum skal hava framt grovan harðskap

Leita eftir útlendingi, sum skal hava framt grovan harðskap
Maðurin er farin av landinum, og roynt verður at fáa hann tiknan, har hann er
harðskapurin skal vera framdur móti einum føroyingi fyri nøkrum døgum síðani, sigur politiið.
 
14.08.2025 - 08:27

Politiið leitar eftir einum útlendskum manni, sum skal hava framt grovan harðskap í Havn.

Fráboðanin kom í gjár.

Men harðskapurin skal vera framdur móti einum føroyingi fyri nøkrum døgum síðani.

Tað skal vera hent í einum bústaði. 

Trupulleikin hjá politinum er, at maðurin, sum tað vil hava hendur á, er farin av landinum.

Roynt verður at fáa hann tiknan har, hann er.

Talan er eisini um frælsistøku umframt grova harðskapin, sigur politiið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392