Breddin: Støðan í Evropa eftir toppfundirnar

Breddin: Støðan í Evropa eftir toppfundirnar
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Tór Marni Weihe, kønur í russiskum viðurskiftum, vera í útvarpsstovuni
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, og amerikanski forsetin, Trump, í Hvítu húsunum í gjár.
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.08.2025 - 09:03

Í gjár hittust amerikanski forsetin, Donald Trump, og ukrainski starvsbróðir hansara, Volodomyr Zelensky, og fleiri evropeiskir leiðarar í Washington DC, eftir at Donald Trump hitti russiska forsetan, Vladimir Putin, í Alaska fríggjadagin.

Í sendingini í dag viðgera vit støðuna í Evropa eftir toppfundin í gjár og støðuna síðsta fríggjadag, tá ið Trump og Putin hittust at tosa um landamørk í Evropa. 

 

 

Donald Trump og Vladimir Putin hittust í Alaska fríggjadagin. (Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hvat eru útlitini fyri friði eftir fundin í gjár, og hvørjar avleiðingar fær tað, um tað ikki eydnast at fáa semju millum ukrainska og russiska forsetan?

Tveir serfrøðingar vera í útvarpsstovuni. Teir eru Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Tór Marni Weihe, ph.d-lesandi á Setrinum og kønur í russiskum viðurskiftum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221