Tvørmegi er nú ítróttafelag

Tvørmegi er nú ítróttafelag
Endamálið hjá Tvørmegi er at fremja, styrkja og breiða út vitan um venjing við funktionellum rørslum og at skapa møguleikar hjá føroyingum at kappast bæði úti og heima
25.08.2025 - 14:57

Í meir enn tíggju ár hava tey íðkað crossfit - nú er Tvørmegi stovnað sum ítróttafelag.

 - Tað, sum vit hava saknað, er møguleikin at kappast sum ítróttafelag og fara til altjóða kappingar í tí nýggja ítróttinum, sum eitur functional fitness, sigur Eyðun Hentze Højgaard, næstformaður í nýstovnaða felagnum, sum heldur til í Havn.

Functional Fitness er crossfit - ella rørslumegi - skipað eftir evropeiskum leisti. Ítróttin tekur seg fram í øllum heiminum, og ætlanin hjá nýggja felagnum er at fáa fleiri føroyingar - serliga tey ungu - í gongd.

 - Vit ætla at varpa ljós á hendan ítróttin. Vit ætla at vera við til skúlaleikir, vit ætla at fáa ungdómin við. Vit eru nokk so nógv tilkomin fólk í Tvørmegi, so tað hevði verið stuttligt at fingið hópin eitt sindur størri, sigur Jóhanna av Steinum, nevndarlimur og íðkari í Tvørmegi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890