Steintór Rasmussen: Onki kennist rætt, tá man bara skal velja sjey sangir

Steintór Rasmussen: Onki kennist rætt, tá man bara skal velja sjey sangir
Ígjøgnum árini hevur hann skrivað og framført eina ørgrynnu av sangum til bæði stór og smá, og nú velur Steintór sangir úr sínum lívi.
 
28.08.2025 - 13:01

Hann er størsti sangskrivarin í Føroyum og hevur givið út hópin av sangum, bæði til børn og vaksin, sum í dag eru fólkaogn. Hesa vikuna hittir hann Kára Sólstein í útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi. 

- Tá tú fert í plátusavnið og sært, hvussu nógvar góðar plátur og fløgur eru har, og tá minnist á allar løturnar og hvussu nógv góð kvøld tú hevur havt saman við vinum, har tónleikurin hevur fylt so at siga alt, tá haldi eg ikki, at tað er lætt - og tað er onki, sum ordiliga kennist rætt - tá mann skal velja nakrar fáa sangir við hesum løtum og øllum tónleikinum í huganum, sigur Steintór í sendingini. 

 

Steintór hevur fingið til uppgávu at velja sjey sangir til sendingina. 

- Eg byrjaði at lurta eftir tónleiki, tá ið eg var smádrongur. Tá lurtaði mann eftir øllum tí, sum útvarpið spældi, og tí, sum eg hoyrdi eldru beiggjarnar hjá mær spæla, so tónleikur hevur fylt nógv í mínum barnalívi og so sjálvandi í mínum vaksnamannalívi. Tí er uppgávan at velja sjey sangir ikki ein løtt uppgáva, sigur Steintór. 

 

Steintór Rasmussen er 65 ára gamal og starvast dagliga sum lærari, men í frítíðini er hann sera virkin sum sangskrivari og tónleikari. Hann hevur eisini givið út yrkingasavn, ævisøgu og krimiskaldsøgur. 

Mynd frá SF 

Hann er ein av upphavsmonnunum til kenda tónleikabólkin Frændur, upphavsmaður til Kular røtur og eisini hevur hann givið útgávur út undir egnum navni, fløgurnar Millum frændur og Kærleikans vallaraheim. 

Steintór hevur yrkt ein hóp av sangum, har tíggjutals eru fólkaogn, og hann hevur eisini týtt fleiri sangir til føroyskt, m.a. eftir Bjørn Afzelius, Bob Dylan, Kim Larsen og Bubbi Morthens. Vit hoyra onkra av hesum týðingum í sendingini. 

 

Sangir sum eru at hoyra í sendingini: 

Á, kundi á tíðarhavi - Poul F. og Hanus G. 

Sangur til frælsi - Arnfríð Lützen 

Pappírsklipp - Danny Baldursson 

Give a Little Bit - Supertramp/ Roger Hudgon 

Sum aldrin fyrr - Bubbi Morthens/ Tróndur Enni 

Í ævir ung - Bob Dylan/Asta Højgaard 

Allatíð í nánd - Rakul Ró og Páll Brim 

 

Steintór Rasmussen er gestur í sendingini Sangir úr mínum lívi, sum er á skrá í dag kl. 17:05. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375