Ov tíðliga at síggja ávirkan

Ov tíðliga at síggja ávirkan
Enn er ov stutt tíð liðin fyri at til ber at síggja fulla virknaðin av skattabroytingini, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Minni munur á skattinum hjá teimum, sum arbeiða í Føroyum og teimum, sum arbeiða uttanlands,
 
28.08.2025 - 07:19


Enn er ov stutt tíð liðin fyri at til ber at síggja fulla virknaðin av skattabroytingini, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Skattabroytingin var gjørd fyri at rætta skipanina, sum gav útlendskum arbeiðsgevarum fyrimun framum føroyskar arbeiðsgevarar í kappingini um arbeiðsmegina, sigur Ruth Vang, sum hevur svarað spurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni.

Nú fáa fólk, sum arbeiða uttanlands, ikki longur so stóran skattligan fyrimun.

Johan Dahl spurdi eisini, hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við 2024.

Ruth Vang svarar, at í fyrra hálvári fluttu 284 menn úr Føroyum.

Hetta er nakað minni enn í fyrra hálvári 2024, 2023 og 2022.

Ruth Vang sigur, at um onkur flytur av landinum fyri at sleppa undan skatti, er avleiðingin fyri almennu inntøkurnar avmarkað, tí nógv teirra rinda ikki skatt í Føroyum kortini.

Men skattabroytingin ger tað meira lokkandi at arbeiða og rinda skatt í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan.

Les alt svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025