Breddin: Viðurkenna fortíðina og biðja um umbering?

Breddin: Viðurkenna fortíðina og biðja um umbering?
Føroyingar við breki vórðu sendir av landinum, og spurt verður, um vit eisini eiga at taka ábyrgd fyri avgerðirnar, sum vórðu tiknar
Føroyingar vóru m.a. sendir á Rødbygaard í Danmark.
 
29.08.2025 - 09:40

Í fleiri áratíggju vórðu fólk við breki send av landinum - ofta sum børn, og uttan at tey sjálvi ella familjan kundu gera nakað við tað.

Nú verður spurningurin reistur, um Føroyar eiga at kanna henda partin av okkara søgu nærri, og taka ábyrgd fyri tær avgerðir, sum tá vórðu tiknar.

Eigur føroyska samfelagið at viðurkenna hesa fortíð við eini umbering, ella eigur ein óheft kanning fyrst at lýsa málið út í æsir?

Og er vandi fyri, at søgan endurtekur seg, um vit ikki vilja viðurkenna og læra av fortíðini?

Tað spyrja vit um í sendingini í dag,.

Breddin i útvarpinum klokkan 10.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302