Stjórin: Framtíðin hjá Tjóðpallinum er bjørt

Stjórin: Framtíðin hjá Tjóðpallinum er bjørt
Fríggjadagin var sesongbyrjan hjá Tjóðpallinum, har stjórin legði fram, hvussu leikárið og framtíðin hjá Tjóðpalli Føroya, fer at síggja út.
Harald Thompson Rosenstrøm, stjóri á Tjóðpalli Føroya
 
31.08.2025 - 18:21

Framtíðin hjá Tjóðpallinum er bjørt og ætlanirnar og møguleikarnir eru nógvir. Tað sigur Harald Thompson Rosenstrøm, stjóri á Tjóðpalli Føroya, sum hevur góðar vónir til komandi leikárið og framtíðina hjá Tjóðpallinum, hóast at hann heldur, at leiklistaumhvørvið hevur brúk fyri betri umstøðum at virka í. 

Fríggjadagin var sesongbyrjan hjá Tjóðpallinum, har stjórin legði fram, hvussu leikárið og framtíðin hjá Tjóðpalli Føroya, fer at síggja út. 

 

Visión og kjarnuvirði

Harald Thompson Rosenstrøm greiddi frá visiónini og kjarnurvirðunum hjá Tjóðpallinum. Visión teirra er "Tjóðpallur Føroya - eitt livandi leikhús, ið bjóðar viðkomandi pallist á høgum altjóða støði".

Kjarnuvirðini eru opinleiki, dygd, virðing, menning og dirvi. Hesum greiðir stjórin nærri frá í longri samrøðuni niðanfyri.

Nøkur av høvuðsmálinum hjá stovninum, sigur stjórin, er at fáa meira føroyskt framleiddan dramatikk. "Tað hava vit ikki nóg mikið av. Nóg mikið av pengum eru heldur ikki til tess, so tað vóna vit at fáa til vega." 

Stjórin ætlar at skipa eitt tilboð til ung, fyri at stimbra og kveikja áhugan fyri leiklist hjá ungum. 

Hann ætlar eisini, at leikir skulu framførast aðrastaðni enn á Tjóðpallinum, á øðrum mentarpallum í landinum. "Vit hava so nógvar góðar pallar, so vit skulu út um býin og vera ein Tjóðpallur fyri alt landið", sigur Harald Thompson Rosenstrøm.

 

Hoyr innslag úr tíðindunum niðanfyri:

1760911

 

Hoyr longri samrøðu við stjóran á Tjóðpalli Føroya, Harald Thompson Rosenstrøm, um leikárið og framtíðina hjá Tjóðpalli Føroya:

1760923

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254