Tað eru dansifeløgini, sum hava klárað at hildið lív í dansinum

Tað eru dansifeløgini, sum hava klárað at hildið lív í dansinum
Við Tórði á túri er aftur at hoyra í útvarpinum
 
01.09.2025 - 13:50

Tað eru fyrst og fremst dansifeløgini kring landið, sum halda lív í gamla føroyska dansinum, ið var í fleiri støðum í Evropa, men nú bara livir í Føroyum. Dansurin er samstundis nakað av tí elsta í okkara mentan. Í dag tykist tað, sum teir allar flestu føroyingar eru á einum máli um, at tað hevur stóran týdning at halda lív í dansinum, sum er grundleggjandi partur av okkara mentan.

Á hesum túrinum, sum fyrstu ferð varð sendur í februar í 2022 og er aftur í útvarpinum í dag, vitja vit á stevnu hjá Ungum í dansi í Mikladali, og vit vitja eisini Klaksvíkar Dansifelag og Stígum fast í Dali. Tey vóru júst komin í gongd aftur eftir ein longri koronusteðg.

 

Tú kanst hoyra túrin her.

Við Tórði á túri upp á gólv

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179