Ellisheimið 90 ár

Ellisheimið 90 ár
Almenn móttøka verður í V.U. Hammershaimbs gøtu 7 millum klokkan 14-17.
 
02.09.2025 - 09:37

11. august 1935 varð Ellisheimið miðskeiðis í Havn vígt, og fýra dagar seinni fluttu fyrstu fólkini inn. Tá varð sagt, at heimið var líka vakurt sum endamálið við heiminum. Hóast heimið er farið um 90 ára aldur, er tað enn vakurt á at líta.

24 fólk búgva á Ellisheiminum. Gissur Joensen er ein teirra. Hann sigur, at hvør dagur hevur verið ein sólskinsdagur. Tað eru serliga menniskjuni sum skapa karmarnar og trivnaðin. "Einastandandi og fyrimyndarlig" eru rósandi orðini hann millum annað hevur um starvsfólkini á Ellisheiminum.

Hetta verður helst síðsti rundi føðingardagurin hjá Ellisheiminum, tí eftir ætlan verður alt virksemið flutt í røktarheimið á Stórubrekku í 2028. Búfólk og starvsfólk siga seg hava blandaðar kenslur við at flyta. Øll trívast væl í heiminum í miðbýnum, har tað er veðurgott og tætt við alt. Men teir fysisku karmarnir verða sjálvandi betri við øllum nýtímans hentleikum.

Øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag millum kl. 14-17.

Morgunsendingin vitjaði Ellisheimið. Innslagið kann hoyrast her:

1761124

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107