Stórar broytingar skulu gerast í prísskipanini hjá Bygdaleiðum

Stórar broytingar skulu gerast í prísskipanini hjá Bygdaleiðum
Tey, sum ikki er búsitandi, skulu rinda meira enn tey, sum eru búsitandi, men ætlanin er ikki at brúka samleika- ella borgarakort
Samanborið við hini Norðurlondini eru prísirnir fyri almenna ferðslu í Føroyum lágir, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2025 - 08:11

Stórar broytingar eru á veg í prísskipanini hjá Bygdaleiðum.

Tað sæst í svari frá Jóhan Christiansen, landsstýrismanni, til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Tær koma, tá Bygdaleiðir verða bodnar út aftur í 2027.

 

Ikki samleika- ella borgarakort

Jóhannis Joensen spurdi millum annað, um ætlanin er at skilja millum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá Bygdaleiðir selja ferðaseðlar.

Jóhan Christiansen svarar, at eins og á Oyggjaleiðum er ætlanin at skilja millum búsitandi og onnur, so tey, sum ikki eru búsitandi, rinda meira enn tey, sum eru búsitandi. 

Ætlanin er tó ikki at brúka samleikakort ella borgarakort. 

Miðast skal eftir, at viðurskiftini eru avgreidd, áðrenn ferðafólkini fara í bussin. 

 

Prísskipanin 12 ára gomul

Verandi prísskipan hjá Bygdaleiðun er 12 ára gomul. 

Allir prísir hækkaðu fimm krónur í apríl í ár.

Samanborið við hini Norðurlondini eru prísirnir fyri almenna ferðslu í Føroyum lágir, sigur landsstýrismaðurin.

Les alt svarið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572