Vita ikki, hvussu nógvir bústaðir eru ogn hjá privatum fyritøkum

Vita ikki, hvussu nógvir bústaðir eru ogn hjá privatum fyritøkum
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Hans Jacobi Thomsen, løgtingsmanni
Bygningsskráin hjá Hagstovuni sigur einki um ognarviðurskifti. (Savnsmynd)
 
03.09.2025 - 08:12

Eingin veit at siga, hvussu nógvir bústaðir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum.

Bygningsskráin hjá Hagstovuni sigur einki um ognarviðurskifti.

Tinglýsingin hevur upplýsingar um ognarviðurskifti.

Men við verandi skrásetingarhátti ber ikki til at taka hesar upplýsingar út í yvirliti.

Men tingbókin verður talgildað.

Tá tað arbeiðið er liðugt, fer væntandi at bera til at taka upplýsingar um ognarviðurskifti út í yvirliti.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Hans Jacob Thomsen, løgtingsmann.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037