Zelenskyj á vitjan í Danmark

Zelenskyj á vitjan í Danmark
Ukrainski forsetin hittir ríkis- og stjórnarleiðarar í Norðanlondum og baltisku londunum
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og ukrainski forsetin, Zelenskyj, hava fund á Marienborg.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.09.2025 - 11:11

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er á vitjan í Danmark, og hann hevur í løtuni fund við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, á Marienborg.

Á fundinum eru eisini ríkis- og stjórnarleiðarar í hinum Norðurlondum og baltisku londunum.

Mette Frederiksen og Zelenskyj hava tíðindafund seinnapartin.

Mette Frederiksen segði undan fundinum við ukrainska forsetan, at Norðanlond og baltisku londini eru millum teirra, sum lata Ukraina mestu hjálpina til kríggið móti Russlandi, og hon er fegin um at hitta Zelenskyj og hinar leiðararnar. 

Hetta er triðju ferð, at Zelenskyj vitjar í Danmark. Seinni í dag fer ukrainski forsetin til Fraklands á vitjan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655