Vikugesturin: Árni kom aftur á føtur

Vikugesturin: Árni kom aftur á føtur
Fyri 22 árum síðan lá hann fullkomiliga avlamin, men spakuliga arbeiddi hann seg innaftur í lívið. Nú skal hann á løgtingið at umboða Framsókn, tað sum er eftir av skeiðnum
Árni M. Dam er nýggjur løgtingsmaður fyri Framsókn
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
06.09.2025 - 13:48

- Eg veit ikki, hvussu sjúkan hevur broytt meg, men tað hevur hon.

Árni M. Dam skal á Føroya løgting at sita, tað sum er eftir av hesum valskeiðnum. 

Fyri 22 árum síðan bleiv hann brádliga so sjúkur, at hann hvørki kundi sita ella standa. Hann lá avlamin í vikur, hann kundi fyrst bara flyta eyguni, og útlitini vóru serstakliga ring, tí sjúkan var so sjáldsom.

Men hann kom fyri seg aftur og er nú klárur at taka eitt politiskt tørn á Føroya løgtingi. 

Hoyr samrøðuna við Árna M. Dam.

1762241

 

 

Hvat: Vikugesturin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Leygardag fyrrapart kl. 10, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985