Stórtingsval í dag - 18 flokkar kappast um 169 sessir

Stórtingsval í dag - 18 flokkar kappast um 169 sessir
Nýggjasta veljarakanningin vísir, at Arbeiðaraflokkurin og Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, vinna valið
Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, á vali.
 
08.09.2025 - 14:50

Stórtingsval er í Noregi í dag.

Tey fleiri enn 1600 valhølini lótu upp í morgun, men áðrenn valhølini lótu upp, høvdu umleið 1,9 milliónir fólk longu greitt atkvøðu. Og tað er tað mesta nakrantíð, sambært NRK.

Gamla metið var á stórtingsvalinum fyri fýra árum síðani, tá umleið 1,6 milliónir fólk atkvøddu fyri sjálvan valdagin.

Valskipanin í Noregi er soleiðis, at fólk hava kunnað greitt atkvøðu frá 11. august til 5. september, sum var fríggjadagin. Hini kunnu so velja í dag. 

Veljast skulu 169 fólk í stórtingið.

18 flokkar stilla upp til stórtingsvalið hesa ferð, av teimum fingu níggju umboðan í stórtingið á valinum fyri fýra árum síðani.

 

Erna Solberg, forkvinna í Høgraflokkinum, á vali. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Sylvi Listhaug er forkvinna í Framburðsflokkinum. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Stjórnin vinnur

Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá norska TV2 verður tað stjórnin hjá hjá Jonas Gahr Støre, sitandi forsætisráðharra, sum vinnur valið í dag. 

Flokkurin fær útvið 30 prosent av atkvøðunum, og kann skipa stjórn saman við hinum flokkunum á vinstravonginum. 

Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum er sambært TV2 eisini tann, ið flestu norðmenn vilja hava sum forsætisráðharra næstu fýra árini. 

Helvtin av teimum spurdu í kanningini hjá TV2 vilja hava Jonas Gahr Støre til forsætisráðharra. 

Góð 24 prosent av teimum spurdu vilja hava Ernu Solberg, forkvinnu í Høgraflokkinum, til forsætisráðharra. 

Og góð 20 prosent vilja hava Sylvi Listhaug, forkvinnu í Framburðsflokkinum, til forsætisráðharra.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207