Alivinnan skal upplýsa fóðurprís fyri landsstýrinum

Alivinnan skal upplýsa fóðurprís fyri landsstýrinum
Upplýsingarnar skulu brúkast til at prístalsviðgera framleiðslukostnaðin
Upplýsingarnar um fóðurprísin skulu latast landsstýrinum í seinasta lagi 10. desember. (Savnsmynd)
 
16.09.2025 - 08:14

Alivinnan skal nú upplýsa fóðurprísin fyri landsstýrinum.

Uppskot um kunngerð er gjørt um tað. Heimildin er í lógini um tøkugjald.

Miðal fóðurprísin fyri hvørt kilo av laksi skal upplýsast.

Upplýsast skal, hvat rávøran og flutningurin til Føroya kosta.

Fóðurprísárið er frá 1. november til 31. oktober.

Upplýsingarnar um fóðurprísin skulu latast landsstýrinum í seinasta lagi 10. desember.

Upplýsingar um miðal fóðurprísir skulu nýtast til at prístalsviðgera ásetta miðal framleiðslukostnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026