Á KVF Ljóð: James Yorkston um "Songs for Nina and Johanna"

Á KVF Ljóð: James Yorkston um "Songs for Nina and Johanna"
Ragnar A. Jacobsen, vertur í Norðurljóði, hevur tosað við skotska James Yorkston um samstarvið við svensku Ninu Persson (The Cardigans) og Johonna Söderberg (First Aid Kit)
Nina Persson, James Yorkston og Johannu Söderberg
 
18.09.2025 - 22:00

Skotski fjøllistamaðurin James Yorkston hevur seinastu árini samstarva við svenskar tónleikarar. 

Tríggjar tær nýggjstu plátur, "The Wide", "Wide River", "The Great White Sea Eagle" og "Songs for Nina and Johanna", eru allar innspældar í Svøríki saman við svenskum tónleikarum.

"Songs for Nina and Johanna", ið er 12. útgávan hjá Yorkston, var tøk tann 22 august

 

The Cardigans og First Aid Kit

Sum heitið á nýggjastu plátuni sigur, so eru sangirnir skrivaðir til tvær av fremstu svensku tónlistakvinnunum í løtuni - Ninu Persson, oddakvinnunua í The Cardigans og Johonna Söderberg úr First Aid Kit.

Í samband við útgávuna, so hevur Ragnar A. Jacobsen, vertur í Norðurljóði, fingið eitt prát við James Yorkston um "Songs for Nina and Johanna".

Ragnar A. Jacobsen fekk orðið á James Yorkston á einum hotelkamari í Edinburgh, beint eftir at hann hevði spælt konsert saman við Ninu Persson. 

 

Hví svenska samstarvið?

Fyrsti spurningurin er sjálvandi, hvussu svenska samstarvið er komið í lag? Prátað verður eisini um songkvinnurnar Ninu Persson og Johannu Söderberg, ið syngja ávikavist fimm og fýra sangir á útgávuni. Um lagsmíð og íblástur, og at Yorkston hevur givið tónleikarnum fríar teymar, og hví hann heldur, at hetta hevur gagnað sangunum.

Men  nomið verður eisini við innspælingarnar, sum eru gjørdar í Studio Rymden í Stokkhólmi saman við The Second Hand Orchestra og framleiðarnum Daniel Bengtson, og hví James Yorkston heldur, at tað hoyrist aftur í tónleikinum, at hann samstarvar við svenskar tónleikarar?

Serliga sangurin "Oh Sparrow, Up Yours" stendur sterkur á "Songs for Nina and Johanna", tí sangin skrivaði James Yorkston, tá eitt av børnum hansara varð rakt av krabbameini.

Gev gætur, at sendingin við James Yorkston kann bara hoyrast á KVF Ljóð. 

 

Hvat: Norðurljóð
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 15.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342