Strangar reglur at skriva um Pentagon

Strangar reglur at skriva um Pentagon
Journalistar skulu skriva undir yvirlýsing um ikki at brúka ella lata víðari upplýsingar, sum stjórnin ikki formliga hevur góðkent
Reglurnar at skriva um amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, eru nógv herdar.
Mynd: Shutterstock.com  
 
22.09.2025 - 09:38

Fleiri miðlar í USA, m.a. New York Times og Wall Street Journal, finnast at nýggju reglunum fyri fjølmiðlar, sum vilja skriva um Pentagon og amerikanska herin.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan, sum hevur tosað við miðlarnar.

Pentagon boðaði fríggjadagin frá, at nýggjar avmarkingar eru fyri journalistar, sum skriva um verjumálaráðið.

Journalistar skulu nú at skriva undir eina yvirlýsing um ikki at savna inn, brúka ella lata víðari upplýsingar, sum stjórnin ikki formliga hevur góðkent til almenna útgávu.

 

Kunnu missa góðkenningina

Gera journalistar ikki tað, eru teir í vanda fyri at missa góðkenningina at skriva um amerikanska herin, skrivar The New York Times.

Talsfólk fyri New York Times sigur í fráboðan, at nýggju avmarkingarnar eru sera ørkymlandi.

- Frælsir og sjálvstøðugir miðlar eru umráðandi fyri amerikanska fólkaræðið og tryggja gjøgnumskygni og ábyrgd. Eitt og hvørt átak hjá stjórnini at avmarka møguleikarnar hjá journalistum at bera tíðindini máar støðið undan grundleggjandi verjuni, sambært First Amendment, stendur í fráboðanini.

First Amendment er fyrsta grundlógartilmælið í USA, sum er parturin, ið verjir talu- og skrivfrælsi, sum er rætturin at siga sína hugsan og at prenta og geva út uttan sensur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339