Nú skal annað byggistig á Frælsinum prosjekterast

Nú skal annað byggistig á Frælsinum prosjekterast
Løgtingið verður biðið um at játta 14,5 milliónir kr. til prosjekteringina fram til útboð. Annað byggistig kann bjóðast út næsta summar
Nú verður farið undir annað byggistig á Frælsinum, og løgtingið er biðið um at játta pening til prosjekteringina.
 
24.09.2025 - 07:52

Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur biðið løgtingið um 14,5 mió. kr. til at prosjektera annað byggistig í skúlabygningunum á Frælsinum í Havn fram til útboð.

Skipanaruppskotið um bygningin verður klárt um miðjan november.

Annað byggistig kann bjóðast út næsta summar.

Lógaruppskot um annað byggistig kemur í løgtingið, tá útboðið hevur verið, og tikið er av vinnandi tilboði.

Tann lógin skal eisini umfata prosjektering av triðja byggistigi.

Løgtingið hevur longu játtað 39 mió. kr. til fyrsta byggistig og 7,3 milliónir til at prosjektera heildarætlanina.

Endamálið við heildarætlanini er at varðveita, tillaga og bjarga einum gomlum skúlabygningi, og geva honum nýtt lív sum ein framtíðartryggjaður universitetsbygningur, sigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040