Líkist hendingini í Kastrup

Líkist hendingini í Kastrup
Dronur eru í løtuni yvir flogvøllinum í Aalborg, og hendingin líkist teirri í Kastrup mánakvøldið, sigur Thorkild Fogde, ríkispolitiovasti
Thorkild Fogde er ríkispolitiovasti. Hann hevur júst hildið tíðindafund á Politigarðinum í Keypmannahavn
 
24.09.2025 - 23:52

Danska løgreglan heldur í løtuni tíðindafund, tí flogvøllurin í Aalborg er stongdur meðan dronur eru yvir flogvøllinum. Talan er um stórar dronur, sum ikki eru dronur, sum vanlig fólk senda upp, sigur Thorkild Fogede, ríkispolitiovasti.

Líkist Kastrup
Mánakvøldið var flogvøllurin í Kastrup stongdur í fýra tímar, tí tríggjar stórar dronur vóru yvir vøllinum. Og støðan í Aalborg í kvøld líkist nógv støðuni í Keypmannahavn, upplýsir ríkisløgregluovastin.

Bæði privatfólk og fleiri fyritøkur hava boðað løgregluni frá um órógvið frá dronunum, sum eru so mikið stórar og flúgva so mikið leingi, at løgreglan er vís í, at talan er um dronur, sum onkur, sum veruliga hevur skil fyri tí, hevur sent upp. Sambært donsku løgregluni er talan um ein "kapabel operatør", sum hevur sent dronurnar yvir flogvøllin í Aalborg.

Útiloka ikki Russland
Eftir hendingina í Kastrup mánakvøldið vildi danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, ikki útloka, at Russland stóð aftanfyri hendingina. Sama boðskap hevur Thorkild Fogede, ríkispolitiovasti í kvøld. Hann sigur, at man kann ikki útiloka, at tað antin er Russland, sum heuvr sent dronurnar yvir flogvøllin í Aalborg, og man kann heldur ikki útiloka, at onkur hevur gjørt tað fyri russisku myndugleikarnar.

Fylgja skipum
Illgruni er um, at eitt skip møguliga hevur sent dronurnar upp, og tí er man farin at greina skipaferðsluna í donskum sjóøki, sigur danska løgreglan.

Eru har framvegis
Dronurnar eru framvegis yvir flogvøllinum og hava ljós á sær. Ongin vandi er fyri ferðafólk ella íbúgvar nær flogvøllinum, sigur danska løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776