Drona fleyg yvir fronskum herskipi í Havn

Drona fleyg yvir fronskum herskipi í Havn
Málið verður kannað, og tann, sum fleyg dronuna, er vælkomin at melda seg, sigur politiið
Politiið sigur, at talan var um lítla dronu, sum fleyg yvir franska herskipinum.
 
25.09.2025 - 08:40

Dagført klokkan 12.20:

Løgreglan hevur funnið persónin, sum fleyg dronu yvir einum fronskum herskipi, ið lá á Havnini.
 

Mánakvøldið fekk politiið fráboðan um eina dronu frá franska herskipinum, sum lá í Havn.

Dronan fleyg yvir skipinum og uttan um tað í 20 minuttir.

Umborð hildu tey seg síggja tann, sum var dronuførari, við Landssjúkrahúsið. 

Har stóð eitt fólk í svørtum klæðum.

Dronuflúgvingin var um hálvgum átta tíðina mánakvøldið.

Politiið fekk fráboðanina klokkan tíggju mánakvøldið.

 

Herskip er hernaðarútgerð

Ikki er loyvt at brúka dronur við hernaðarútgerð ella herstøð.

Eitt herskip er at meta sum hernaðarútgerð, sigur politiið.

Politiið kannar málið. 

Tað sigur, at tann, sum fleyg við dronuni, er vælkomin at melda seg.

Talan var um eina lítla dronu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542