Eingin niðurstøða um Galaxy

Eingin niðurstøða um Galaxy
Avgerð verður tikin í næstu viku, um málið skal meldast ella ikki
26.09.2025 - 19:23

Sjóvinnustýrið er enn ikki komið til nakra niðurstøðu í málinum um Galaxy, tað vil siga um málið skal meldast til løgregluna ella ikki. Ein mynd vísir, at Galaxy sigldi við opnum hekkuportri, hin 1. september. Strandferðslan heldur ikki, at nakað eigur at vera gjørt:

Stendur tað til rakstrarleiðaran á Strandferðsluni, so skal einki gerast við málið um hekkuportrið á Galaxy.

Kringvarpið hevur fingið innlit í frágreiðing, sum rakstrarleiðarin á Strandferðsluni, Niels J. Nielsen, hevur skrivað og sent Sjóvinnustýrinum. 

Hann skrivar millum annað til endans, at 

SITAT: 
...hetta hevur ávirkað griksku manningina nógv, tey eru ein stolt sjófartstjóð við eini fleiri 1000 ára sjófartssøgu. 
...Skiparin er 75 ár og ein sera dugnaligur og ábyrgdarfullur maður, har er einki at finnast at, alt er eitt hundrað prosent væl úr hondum greitt,
...vit hava ongan rætt til at seta spurnartekin við sjómanssøguna og dugnaskapin hjá øðrum. 

Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, kemur aftur úr feriu mánadagin, og varaleiðarin, Jákup Kristian Poulsen, sigur, at Sjóvinnustýrið enn ikki hevur tikið støðu til, um málið skal meldast ella ikki. Hann væntar at tann avgerðin verður tikin í komandi viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424