Dronur í Danmark: Alt bendir á, at tað er Russland

Dronur í Danmark: Alt bendir á, at tað er Russland
Alt bendir á, at tað er Russland, sum stendur aftanfyri dronurnar, sum hava gjørt seg inn á danskt loftrúm hesa vikuna
Tór Marni Weihe er ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum og kønur í russiskum viðurskiftum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
27.09.2025 - 13:00

Alt bendir á, at tað er Russland, sum stendur aftanfyri dronurnar, sum hava gjørt seg inn á danskt loftrúm hesa vikuna.

Tað sigur Tór Marni Weihe, Ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum og kønur í russiskum viðurskiftum.

Danska stjórnin hevur verið rættiliga hvassorðað mótvegis Russlandi í longri tíð, og hevur heldur ikki dylt fyri, at danska verjan eisini skal kunna leypa á fíggindar, kemur tað har til.

Í síðstu viku segði stjórnin, at mann skal hava langtberandi rakettir á danskari jørð, spurningingurin er so, hevur Danmark sjálvt sett seg í hesa støðuna?

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1766387

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851