Danskar fregnartænastur á fund við uttanlandsnevndina í dag

Danskar fregnartænastur á fund við uttanlandsnevndina í dag
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, verður eisini við, tá nevndin viðger lógaruppskotið um revsitiltøk móti Russlandi
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og embætisfólk í uttanríkis- og vinnumálaráðnum á veg fund í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2025 - 08:08

Fregnartænasturnar hjá donsku løgregluni og danska herinum vera við, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, fyrrapartin møtir í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Klokkan níggju fer uttanlandsnevndin at umrøða lógaruppskotið, sum gevur landsstýrinum víðari heimildir at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Ítøkiliga snýr málið seg um at seta tvey russisk reiðarí, Murman SeaFood og Norebo JSC, á svartalista. Bæði reiðaríini eiga skip, sum í dag fiska sambært galdandi fiskiveiðusáttmála millum Føroyar og Russland.

 

ES og Noreg hava illgruna

Heimildin at revsa russisku reiðaríini byggir á ein illgruna hjá ES og Noreg um at skip hjá reiðaríunum eru ein hóttan móti trygdini í okkara parti av heiminum. Ongar almennar ábendingar eru um, at skipini hava framt nakað ólógligt í føroyskum øki.

Nú skulu umboð fyri PET og FE, tað eru fregnartænasturnar hjá ávíkavist donsku løgregluni og danska herinum, greiða Uttanlandsnevndini frá, hvat tey vita um russisku skipini.

Lógaruppskotið um víðkað revsitiltøk móti Russlandi hevur ligið í uttanlandsnevndini síðani 28. august.

Nevndin hevur biðið um og fingið longda freist frá formansskapinum til 29. oktober at skriva álit. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424