Sorgarbólkar á miðnámi

Sorgarbólkar á miðnámi
Royndirnar við sorgarbólkum eru so mikið góðar, at miðnámsnæmingar kunnu sleppa í sorgarbólk eftir heystfrítíðina
 
30.09.2025 - 09:59

Eftir heystfrítíðina verður møguligt hjá næmingum á miðnámi at koma í sorgarbólk.

Tað er studentapresturin, Ann Hermansdóttir, sum skal hava sorgarbólkarnar.

Sambært henni er tøvur á hesum tilboðnum til mimðnámsnæmingar, sum syrgja.

- Sorg er tað nokk av, so tørvurin er avgjørt til staðar. Tíverri er tað soleiðis, at eisini miðnámsnæmingar hava mist bæði foreldur, systkin og vinir, og tað ger sjálvandi nakað við tey, tað ger nakað við skúlagongdina, og tað ávirkar tey, sigur Ann Hermansdóttir.

Eitt nú í Danmark hevur mann góðar royndir við at hava sorgarbólkar fyri ungum á miðnámi. Hetta veit Ann Hermansdóttir eisini frá starvsfeløgum í Danmark. 

- Mann hevur góðar royndir við sorgarbólkum. Tá mann syrgir, so kann mann kenna seg einsamallan, og tað at koma saman í einum sorgarbólki, har mann deilir sínar upplivingar, er við til at gera, at mann kennir seg ikki sum tann einasta í verðini, ið hevur tað soleiðis, sigur Ann Hermansdóttir.

Sorgarbólkarnir, sum eru á Glasi og á Kambsdali, byrja eftir ætlan eftir heystfrítíðina og halda fram í sjey vikur.

1766855

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194