Landsinnsavningin gav 1,3 milliónir

Landsinnsavningin gav 1,3 milliónir
Reyði Krossur letur 750.000 kr. til hjálpararbeiði í Afganistan eftir jarðskjálvtan, sum kravdi fleiri enn 1.100 mannalív
 
01.10.2025 - 12:13

Reyði Krossur fekk 1,3 milliónir krónur inn í landsinnsavningini í ár.

Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

750.000 krónur verður latið til hjálpararbeiði í Afganistan eftir jarðskjálvtan har tann 31. august, har fleiri enn 1.100 fólk lótu lív. Peningurin verður brúktur til neyðhjálp og til endurmenningardeplar, har fólk fáa læknaliga og sálarliga hjálp.

Restin av innsavningini fer til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum - millum annað mat- og klædnahjálp, vitjanartænastuna, samarittarnar og integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fóta sær í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302