Verjuavtala elvir til politiskt rumbul í Grønlandi

Verjuavtala elvir til politiskt rumbul í Grønlandi
Andstøðuflokkurin Naleraq sigur, at avtalan setur grønlendska fólkið í vanda, og funnist verður eisini at herdubbingini í Nuuk
Aki-Matilda Høegh-Dam í Naleraq sigur seg vera skelkað av nýggju verjuavtaluni.
 
15.10.2025 - 07:57

Nýggja verjuavtalan hjá donsku stjórnini hevur elvt til politiskt rumbul í Grønlandi.

Andstøðuflokkurin Naleraq, sum eisini er næststørsti flokkur í landstinginum, mótmælir avtaluni.

Tað skriva grønlendska og danska kringvarpið.

 

Seta fólkið í vanda

- Ætlanin hjá donsku stjórnini setur grønlendska fólkið í vanda, siga Pele Broberg, formaður í Naleraq, og Aki-Matilda Høegh-Dam, tinglimur fyri Naleraq, og sum í løtuni er í farloyvi úr danska fólkatinginum.

- Eg eri skelkað av, at hernaðarlig dubbing verður í Nuuk, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam við grønlendska kringvarpið, KNR.

 

Arktisk Kommando í Grønlandi skal hava nýggja høvuðsstøð í Nuuk. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Atfinningarnar snúgva seg í høvuðsheitum um ætlanirnar at nyggja nýggja høvuðsstøð til Arktisk Kommando í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Harumframt skal havnin í Nuuk útbyggjast við nýggjari kai til skipini hjá donsku verjuni.

Eisini skulu tvey arktisk skip og flogfør útvegast.

Øll hesi tiltøkini seta, sambært Aki-Matildu Høegh-Dam, fólkið í Nuuk í vanda, tí hernaðarlig øki verða í býnum, sigur hon við grønlendska kringvarpið.

 

Vivian Motzfeldt. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Tóku ikki av

Samstundis finst hon at grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum - sambært henni - ikki hevur tikið grønlendska tingið við í verjuavtaluna, sum eigur at hava "løgfrøðiligar og fólkarættarligar avleiðingar fyri grønlendska landsstýrið", sum hon málber seg.

Grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, vísir aftur, at grønlendska tingið og flokkarnir ikki hava fingið møguleika at vera við í avtaluni. 

Sambært henni, hevur  Naleraq sjálvur gjørt av ikki at vera við í samráðingunum, ella at taka ímóti tilfari um samráðingartilgongdina, hóast tað hevur staðið teimum í boði.

Við verjuavtaluni, sum er gjørd í samstarvi við grønlendska landsstýrið, skal Danmark brúka 27,4 milliardir krónur til verjuna í Arktis og Norðurhøvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194